- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bilsølan minkar framvegis
Bilsølan minkar framvegis
Til 1. september eru 367 færri persónbilar skrásettir í ár. Tað eru 31 prosent færri enn somu tíð í fjør
04.09.2024 - 08:20
Nógv færri persónbilar vera framvegis keyptir í Føroyum.
Í august vóru 54 nýggir persónbilar skrásettir, 136 færri enn í august í fjør.
Og til 1. september eru 367 færri persónbilar skrásettir í ár. Tað eru 31 prosent færri enn til 1. september í fjør.
Samanlagt vóru skrásett 88 akfør í august, 151 færri enn í august í fjør.
Fleiri brúkt akfør
Innflutt brúkt akfør vóru eisini færri í august.
Her eru tølini tó ikki stór, akførini vóru níggju færri í august.
Men til 1. september eru tey fleiri í ár, yvir 70 prosent.
1. september vóru 42.339 akfør í Føroyum.
2.292 hava elmotor.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV