Meginøkið fingið streymin aftur

Meginøkið fingið streymin aftur
Síðan seint seinnapartin hevur streymslit verið í meginøkinum. Men nú byrjar at koma lív í aftur
 
08.01.2025 - 18:41

Umleið klokkan 16.40 fóru Havnin og bygdirnar rundanum Havnina í svart. Í Norðurøkinum fór streymurin eina løtu fyrr.

Sev sigur, at ein feilur er staðfestur á koblingsstøðini í Skálabotni, men at arbeitt verður við at starta uppaftur.

- Tað kann taka millum ein til tveir tímar at fáa alt upp at koyra aftur, men tað vísur seg at vera torført at fáa samband millum tær ymisku koblingsstøðirnar, segði vakthavandi hjá Sev, Eirikur Norðberg.

Í Vágum, Streymoy, Sandoy og størsta partinum av Eysturoy er streymurin komin aftur, men tað vísti seg at vera eitt sindur truplari at fáa lív í høvuðsstaðin, men um sjey-tíðina var líkt til, at streymurin er komin aftur í høvuðsstaðnum eisini.

Enn mangla Norðoyggjar at fáa streymin aftur, men Sev væntar, at umleið klokkan átta í kvøld er streymurin eisini komin aftur har tá.

Streymslitið hevði við sær, at til bar millum annað ikki til at fáa fatur á læknavaktina - 1870 - og tí mælti Pero Soré, vakthavandi lækni á læknavaktini, á fólk, sum hava tørv á hjálp, at møta upp á sjúkrahúsunum kring landið, og annars ringja 112 fyri akuttari hjálp.

Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, sigur, at tað eru skipanir, sum eiga at taka yvir, tá streymurin fer, men í hesum føri var eitt óvæntað niðurbrot hent inni á dátuskipanini, sum stýrir telefonlinjurnar inn og út í Landssjúkrahúsinum.

Stjórin vissaði tó fyri, at allar aðrar skipanir í Landssjúkrahúsinum virka sum teir skulu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792