Tvær matstovur í Havn aftrat í 2026

Tvær matstovur í Havn aftrat í 2026
P/f Hafnia byggir fýra hæddir sunnan fyri hotellið
Hotel Hafnia byggir aftrat.
 
09.01.2025 - 09:33

Tvær matstovur koma aftrat í Havn á sumri 2026.

P/f Hafnia byggir tær sunnan fyri hotellið.

Fyrst skal handilsbygningurin, sum er har, takast niður. Hafnia eigur hann.

Arbeiðið er byrjað.  

Byggjast skulu fýra hæddir, tilsamans 700 fermetrar.

Pætur Trónd, stjóri á Hafnia, vil ikki siga, hvussu nógv, arbeiðið kostar, annað enn, at talan er um hampiliga tveysiffraða milliónupphædd, sigur hann.

Byggifelagið Eysturlon hevur fingið arbeiðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681