Flokkarnir í fólkatinginum verða kunnaðir um støðuna millum USA og Danmark

Flokkarnir í fólkatinginum verða kunnaðir um støðuna millum USA og Danmark
Uttanríkisráðharrin sigur, at støðan er álvarslig, men hann heldur ikki, at kreppa valdar
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri.
Mynd: DR  
 
09.01.2025 - 11:35

Danska stjórnin hevur boðað øllum flokkum á fólkatingi til fundar í kvøld um støðuna eftir vitjanina hjá Donald Trump yngra í Grønlandi fyrr í vikuni og um tað, sum komandi amerikanski forsetin hevur sagt um Grønland og Danmark.

Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, sigur, at støðan er álvarslig, men hann heldur ikki, at talan er um eina kreppu í viðurskiftunum millum USA og Danmark.

- Hetta er ein avbjóðing í ríkisfelagsskapinum, og tað hevur týdning at kunna forfólkini í politisku flokkunum, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Sí samrøðubrot her:

 

Lokke_fundur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824