Eldsbrunar í Los Angeles hava kravt fimm mannalív

Eldsbrunar í Los Angeles hava kravt fimm mannalív
Óvanligt er við eldi hesa tíðina á árinum, og tamarhald er ikki á støðuni
Nógv hús og bygningar eru brunnin í grund.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.01.2025 - 08:34

Fleiri enn 130.000 fólk í Los Angeles hava fingið boð um at flyta, nú fleiri eldar gera um seg í Los Angeles.

Í minsta lagi sjey eldar eru í forstøðum til milliónabýin Los Angeles í Kalifornia. Nógv hús og aðrir bygningar eru brunnin í grund.

- Tað er heilt óvanligt við eldi hesa tíðina á árinum. Tað er ræðuligt, sigur Gavin Newsom, sum er er guvernørur í statinum.

Danski tíðindamaðurin Jakob Krogh, sum júst er komin til Los Angeles, sigur við DR, at tamarhald als ikki er á eldsbrununum, og teir eru ikki girdir við verjugørðum:

 

Kalifornia_Jacob_Krogn

 

Í minsta lagi fimm fólk eru deyð av eldsbrununum, sigur Robert Luna, sjeriffur í Los Angeles. Sløkkiliðini á staðnum siga eisini, at nógv hava fingið skaða, tí tey vóru ov sein at flyta burtur, áðrenn eldurin breiddi seg til økið, har tey búðu. 

400.000 húsarhald hava mist streymin, skrivar Reuters.

 

Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni:

 

Eldur_Kalifornia


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878