Føroyar hava formansskapin í samstarvsráðnum

Føroyar hava formansskapin í samstarvsráðnum
Fundur verður samstarvsráðnum eftir ríkisfundin í Keypmannahavn í morgin
Ríkisfundur verður í Keypmannahavn í morgin.
 
09.01.2025 - 08:14

Løgmaður og trý landsstýrisfólk fara á fund í samstarvsráðnum hjá ríkisfelagsskapinum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer eisini á ríkisfund.

Fundurin hjá samstarvsráðnum verður eftir ríkisfundin í Keypmannahavn í morgin.

Sirið Stenberg, Høgni Hoydal og Ruth Vang, landsstýrisfólk, fara á fundin hjá samstarvsráðnum.

Har vera eisini landsstýrisformaðurin og trý landsstýrisfólk úr Grønlandi, forsætismálaráðharrin og tríggir danskir ráðharrar.

Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri ávegis ríkisfundi og fundi í samstarvsráðnum í januar.

Fyrstu ferð var í fjør.

Føroyar tóku við formansskapinum í samstarvsráðnum á nýggjárinum.

Vanligi ríkisfundurin og fundurin í samstarvsráðnum vera tí í Føroyum í juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878