Skúlin við Løkin: Telefonpolitikkur heldur enn forboð

Skúlin við Løkin: Telefonpolitikkur heldur enn forboð
Næmingarnir lata telefonina inn, tá tey møta um morgunin: Ein sonevndur telefonpolitikkur, sum hevur til endamáls at verja bæði lærarar og næmingar
07.01.2025 - 19:40

Áðrenn vit fingu ein strangari telefonpolitikk, so vóru nógvar avbjóðingar, men nú er tamarhald á støðuni. Tað sigur Høgni Lamhauge,  sum er lærari í Skúlanum við Løkin, har næmingarnir lata telefonina inn, tá tey møta um morgunin. 

Eldri næmingar hava kortini onkuntíð trupult við at virða reglurnar um telefonir. Ein teirra, er Markus Steinhólm, sum gongur í 9.flokki.

"Lærarin spurdi ikki ordiliga meg í morgun, men heldur onkrar aðrar, so eg veit ikki" sigur hann flennandi við telefonini liggjandi á borðinum - og leggur aftrat, at hann plagar at lata telefonina inn. 

Høgni Lamhauge ásannar avbjóðingina, men sigur samstundis, at lærarar gera sítt besta fyri at lofta hesum. Sambært honum, so er ein telefonpolitikkur kortini betri enn eitt forboð. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896