- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka semingsroyndina uppaftur í dag
Semingsroyndin millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um maskinmeistararnar hjá SEV og IRF verður tikin uppaftur í dag.
- Vit hava fund við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið klokkan eitt og við Maskinmeistarafelagið klokkan trý, sigur Terje Sigurðsson semingsmaður.
- Eftir tað fara vit at fundast saman við báðum pørtum, og tað verður í morgin á Semingsstovninum, sigur hann.
Boðsendur 5. juli
Semingsmaðurin varð boðsendur tann 5. juli, tá ið samráðingarnar millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið slitnaðu.
Síðani hava fleiri steðgir verið í semingsroyndini, men nú væntar Terje Sigurðsson at hildið verður fram, til ein loysn er funnin.
Sáttmálin um maskinmeistararnar hjá SEV og IRF fór úr gildi í oktobur 2022.