Nógv minni makrelur

Nógv minni makrelur
Tað vísir árliga kanningin hjá Noregi, Danmark, Íslandi og Føroyum
Nógv minni makrelur er í ár enn í fjør.
 
30.08.2024 - 06:09

Minni makrelur er nú í Norðurhøvum.

Tað vísir árliga kanningin hjá Noregi, Danmark, Íslandi og Føroyum.

Hon sigur, at vísitalið fyri makrel í Norðurhøvum er 42 prosent minni enn í fjør. 

Hetta er annað árið á rað, at tølini minka, skrivar Havstovan.

Síðani 2020 er vísitalið minkað 80 proesnt.

Makrelurin fer longur og longur eystur.

Í ár er vestara markið við eysturlandið í Íslandi. 

Eisini er minni makrelur norðarlaga í kanningarøkinum.

Makrelurin er nú mitt í Norðurhavinum.

Ein minking er eisini at síggja í føroyskum øki.

Í Norðsjónum er vísitalið 18 prosent minni enn í fjør.

Vísitalið hjá norðhavssild er eisini minni. Tað er 24 prosent minni enn í fjør. 

Vísitalið hjá svartkjafti er tað sama sum í fjør. 

Stovnsmetingarnar hjá ICES koma um ein mánað, skrivar Havstovan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878