- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fundarboð um tíðartreytaða pensjón

Trivnaðarnevndin fer fyrrapartin at viðgera uppskotið hjá landsstýrinum um tíðartreytaða pensjón.
Og millum annað partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava fingið fundarboð.
Nevndin hevur sent boð eftir Samtaki, Heilsuhjálparafelagnum, Fiskimannafelagnum, Fakfelagssamstarvinum, Vinnuhúsinum, Búskaparráðnum, Almannaverkinum og landsstýrismaðurin í almannamálum.
Sambært lógaruppskotinum kunnu tey, sum hava arbeitt frá heilt ungum árum, fara av arbeiðsmarknaðinum við pensjón, áðrenn fólkapensjónsaldurin er rokkin.
Tað eru tey, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum í 50 ár, frá 16 ára aldri.
Uppskotið er, at tíðartreytaða pensjónin skal koma samstundis sum pensjónsaldurin hækkar í 2035.