Várróðurin: Bátar hava avreitt tvífalt so nógv í ár sum í fjør

Várróðurin: Bátar hava avreitt tvífalt so nógv í ár sum í fjør
Bátafisk á Eiði tók ímóti 145 tonsum av toski í mars
Várróðurin hevur hilnast væl í ár. (Savnsmynd)
 
08.04.2025 - 08:58

Várróðurin hevur higartil gingið væl.

Bátafisk á Eiði tók ímóti 145 tonsum av toski í mars. Í mars ífjør fekk Bátafisk, sum er ein landingarmiðstøð, 74 tons, ið er nærum helvtina minni enn í ár.

Tað hevur viðrað væl í ár, men eisini hevur verið nógv at fingið.

 

20 bátar

Meiri enn 20 bátar liggja í hesum døgum á Eiði. Teir eru úr Vágum, Skálafjørðinum, Havn og úr Sandoynni. Bátar úr Suðuroy plaga eisini at vera á Eiði hesa tíðina, men eingin er í ár.

Tað er næstan bara toskur, sum kemur uppá land. Eitt lítið sindur av hýsu, men einki av upsa, tí so lítið fæst fyri hann.

Gýtingartíðin varar vanliga einar tveir mánaðir, og tá er toskurin savnaður á gýtingarøkjunum norðanfyri og vestanfyri - á Norðhavinum og í Vágahavinum. Men eftir gýtingina spjaðist toskurin vanliga aftur, og fer á tær leiðir, hann vanliga heldur til.

 

Kjartan Joensen í Leirvík hevur eisini róð út á Norðhavinum í ár. Og hann letur væl at toskastøddini. 

 

Stovnurin á landgrunninum ikki væl fyri

Havstovan ásannar, at ein ávís øking er í veiðuni frá í fjør til ár, men staðfestir samstundis, at toskastovnurin á landgrunninum er ikki væl fyri. Bæði veiða og stovnsstødd eru minkað niður í lítið og einki seinastu árini.

Í fjør var toskaveiðan á landgrunninum bara 3.700 tons, sum er minni enn hon var í teimum ringu árunum fyrst í 1990-unum, tá toskaveiðan var um 6.000 tons.

 

Noiðan fyri 12.000 tons

Eftir at stovnurin mentist aftur fram móti aldarskiftinum, og veiðan vaks heilt upp í eini 40.000 tons, hevur veiðan síðani 2004 verið niðan fyri 12.000 tons

Annars lá toskaveiðan nærum alla seinastu øld millum 20.000 og 40.000 tons. 

Gýtingarstovnurin er mettur at vera um 15.000 tons nú. Tá stovnurin var frægast fyri - í sjeyti- og áttatiárunum - var gýtingarstovnurin mettur at vera oman fyri 100.000 tons, verður upplýst á heimasíðuni hjá Havstovuni.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594