Seinna hálvfinalan ikki í dag

Seinna hálvfinalan ikki í dag
Seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum Víking og HB, sum skuldi vera seinnapartin, er útsett vegna veður
Seinna hálvfinalan ímillum HB og Víking er útsett til í morgin
Mynd: Leit  
 
22.08.2024 - 11:21

Seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum Víking og HB, sum skuldi spælast seinnapartin í dag, verður kortini ikki.

Dysturin er útsettur vegna veður. Sum skilst verður dysturin fluttur til í morgin, fríggjadagin, klokkan 17:30 í staðin.

Veðurforsagnirnar siga frá nakað av vindi í dag, og tí verður bundið um heilan fingur. Hetta er aðru ferð, at seinna hálvfinalan er útsett.

19. juni var støðan 1-1 í Sarpugerði, tá dysturin var blástur av, tí ikki var spælandi fyri veður. HB vann fyrru hálvfinaluna í Gundadali 1-0.

"Veðurforsagnirnar siga frá nakað av vindi í dag, og tí verður bundið um heilan fingur," sigur Róin Schrøder, formaður í Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum. 

 

Roin_Schroder_um_steypakappingina

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114