- Tíðindi, mentan og ítróttur
Obama: Trump er ikki serliga forsetaligur
Obama-hjúnini stjólu yvirskriftirnar á øðrum degnum av demokratiska flokstinginum, sum er í Chicago hesar dagarnar. Saman við røðuni hjá Doug Emhoff, ið er giftur við Kamalu Harris, vóru tað røðurnar hjá Michelle og Barack Obama, sum vóru um at lyfta takið av.
Michelle Obama var bersøgin, og tað gekk út yvir republikanska valevnið Donald Trump, sum fekk fleiri skortfleingjur frá fyrrverandi amerikansku forsetafrúuni.
Michelle Obama varð stórliga fagnað, og maður hennara Barack Obama, sum skuldi halda røðu beint eftir hana, ásannaði, at tað fór at verða trupult hjá honum at gera tað betri enn konan eftir eina slíka rimmarrøðu.
Og eins og Michelle Obama undan honum hevði Barack Obama eisini sítt at siga um Donald Trump.
Men flokstingið í Chicago hesar dagarnar snýr seg fyrst og fremst um at fáa heilt endaliga staðfest, at Kamala Harris er valevnið hjá Demokratunum, og at hon hevur fullan stuðul frá øllum baklandinum. Barack Obama hevði tó eitt sindur afturat at siga um Donald Trump, áðrenn hann fór viðari til at tosa um Kamalu Harris og segði, at USA nú er til reiðar til eitt nýtt kapittul.
Tað skein ígjøgnum í báðum røðunum hjá Obama-hjúnunum, at Donald Trump skuldi lýsast sum ein maður, ið bara arbeiðir fyri sær sjálvum og teimum, sum longu eru væl fyri og ikki líða nakra neyð. Røðurnar hjá teimum royndu at mála eina mynd av, at Kamala Harris er beint tað øvuta av hesum. Hon hugsar um tey veiku og tey, sum veruliga hava brúk fyri, at onkur arbeiðir fyri tey í Hvítu húsunum - eins og hon hevur gjørt í sínum arbeiði sum høvuðsákæri í Kalifornia. Harvið royndu tey at leggja sjógv millum seg og Donald Trump.
Stórur dentur var lagdur á at minna fólk á, at Kamala Harris hevur eina bakgrund í arbeiðarastættini, og at varaforsetavalevnið Tim Walz er lærari og gamal fótbóltsvenjari - "ein typiskur amerikanari", sum umboðar vanliga fólkið. Barack Obama nevndi enntá, at tað sást á skjúrtunum hjá Walz, at tær ikki komu frá nøkrum miðlaráðgeva, men beint úr skápinum hjá honum.
Vit skulu ikki vera heimspoliti, og vit kunnu ikki útrudda allan óndskap og órættvísi í heiminum. Men Amerika kann vera og má vera ein kraft hjá tí góða
Barack Obama
Barack Obama tosaði eisini um, at amerikanska samfelagið í dag er ógvuliga sundurbýtt, og tí var tað neyvan av tilvild, at hann eisini endurgav Abraham Lincoln í síni røðu. Lincoln var forseti undir amerikanska borgarakrígnum, tá amerikanska samfelagið var meira sundurbýtt enn tað áður hevði verið ella hevur verið síðan. Og ferð eftir ferð skein ígjøgnum í røðuni hjá honum eins væl og hjá Michelle Obama, hvussu stóran týdning tey meta, tað hevur, at Kamala Harris vinnur valið 5. november - ikki bara fyri USA, men fyri allan heimin. Tí amerikansku virðini eru eisini nakað, sum umheimurin merkir:
Kamala Harris roynir at savna kreftirnar í demokratiska flokkinum, og um tað finst nøkur savnandi megi í flokkinum og eisini uttan fyri flokkin, so er tað júst Barack og Michelle Obama. Og um nakað, so vístu røðurnar hjá Obama-hjúnunum, og hvussu tær vóru móttiknar, at tað er ein sterkur felags vilji millum Demokratarnar um at forða fyri enn einum forsetavalskeiði til Donald Trump.
Tað sást eisini aftur í, at fyrrverandi fjølmiðlaskrivarin hjá Trump, Stephanie Grisham, sum í dag er ein av teimum, sum er mest atfinningarsom móti fyrrverandi forsetanum, eisini var millum røðararnar á flokstinginum.
"Eg elski mítt land meir enn mín politiska flokk. Kamala Harris sigur sannleikan. Hon hevur virðing fyri amerikanska fólkinum, og hon hevur mína atkvøðu," segði Stephanie Grisham, sum kann gerast ein sterkur trumfur hjá Harris at hava í valstríðnum.
Valstríð í fullari ferð
Høvuðspersónurin sjálvur, Kamala Harris, var ikki í Chicago, tá Obama-hjúnini fóru á pallin og hildu røðu. Valstríðið er í gongd, og Harris og varaforsetavalevnið Tim Walz vóru á stórum veljarafundi í Milwaukee. Donald Trump var heldur ikki í Chicago, men hann var í statinum Michigan - í býnum Howell, har hann kallaði Kamalu Harris "leiðaran av einum marxistiskum álopi á lógar- og løgregluarbeiðið" í øllum USA. "Kamala Harris fer at geva okkum kriminalitet, kaos, oyðilegging og deyða," segði Donald Trump sambært AP.
Demokratiska flokstingið endar fríggjanáttina okkara tíð.