Útflutningurin fyrra hálvár 288 mió. kr. minni enn í fjør

Útflutningurin fyrra hálvár 288 mió. kr. minni enn í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.08.2024 - 11:07

Útflutningurin hjá Føroyum í fyrra hálvári í ár er 288 milliónir krónur minni enn í fyrra hálvári í fjør.

Minkingin er 4,5 prosent, skrivar Hagstovan.

 

Útflutt var fyri 5,9 milliardir krónur í fyrra hálvári í ár.

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 159 milliónir krónur.

Men útflutningurin av laksi vaks 405 milliónir.

Hann vaks 16,5 prosent í virði og 21,1 prosent í nøgd.

 

Eisini innflutt minni

Innflutningurin minkaði eisini fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør.

Hann var 852 milliónir minni í ár, 14,3 prosent minni.

Innflutt var fyri 5,1 milliard fyrra hálvár í ár. 

 

Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 72 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum, skrivar Hagstovan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109