TAKS: Útlendskir ferðaleiðarar kunnu virka í Føroyum uttan at gjalda skatt

TAKS: Útlendskir ferðaleiðarar kunnu virka í Føroyum uttan at gjalda skatt
Skattliga er onki í vegin fyri, at útlendskir ferðaleiðarar koma til Føroya at kappast við teir føroysku uttan at gjalda skatt í Føroyum, sigur Poula á Líðarenda frá TAKS
Tilvildarlig mynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.08.2024 - 11:55

Tá útlendsk ferðafólk lenda í Vágum, er tað vorðið heilt vanligt, at útlendskir ferðaleiðarar frá ferðaskrivstovuni, haðani tey keyptu ferðaseðilin, standa og taka ímóti.

Harvið hava føroysku ferðaleiðararnir fingið kapping, og tað argar, sum Hilda Thomsen, forkvinna í Føroya Ferðaleiðarafelag, eisini hevur verið frammi í fjølmiðlunum um síðstu dagarnar. 

Men sambært skattalógini er ongin trupulleiki í hesum, at útlendskir ferðaleiðarar virka í Føroyum - eisini sjálvt um útlendsku ferðaleiðararnir ikki gjalda skatt í Føroyum.

Tað sigur Poula á Líðarenda, deildarleiðari hjá TAKS.


Tilvildarlig mynd av ferðafólkum (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Altso, so kann ein italsk ferðaskrivstova saktans senda sín egna ferðaleiðara til Føroya at arbeiða, uttan at gera seg inn á skattalógina, og uttan at viðkomandi skal rinda skatt í Føroyum.

Tað sama hevði verið galdandi, um føroyingar sendu egnar ferðaleiðarar í onnur lond.

 

Skulu hava eitt arbeiðsloyvi

Nú koma vit kortini til eitt men.

Meðan føroyingar frá degi til dags kunnu fara til eitthvørt ES-land at arbeiða, tí vit eru danskir ríkisborgarar, so er ikki tað sama galdandi fyri ES-borgarar, sum koma her - heldur ikki ferðaleiðarar.

Her krevur okkara útlendingalóggáva, at tú skalt hava arbeiðsloyvi, staðfestir Kristina Ellendersen, løgfrøðingur á útlendingastovuni.

Fáa ferðaleiðararnir slíkt uppihaldsloyvi, so kunnu teir í veruleikanum kappast við føroyingarnar í 180 dagar, áðrenn teir skulu gjalda skatt til føroyska samfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878