- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta skúlaár við vetrarfríi
Mikudagin fara børnini aftur í skúla.
Og hetta skúlaárið er tað fyrsta við vetrarfríi.
Tað verður tríggjar dagar í viku sjey í februar 2025, mikudag, hósdag og fríggjadag.
193 dagar vera tó framvegis í skúlaárinum, tí tveir dagar vera tiknir av summarfrítíðini í byrjanin í juni, og triði dagurin fer av teimum tveimum frídøgunum, sum skúlarnir ráða yvir.
Talan er um eina trý ára royndarskipan, sum landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum hevur ásett.
Broytingar
Uppskot um broytingar í fólkaskúlalógini kemur í løgtingið næsta vár.
Talan er um undirvísingartímatal og tíma- og lærugreinabýti.
Samtykt er at minka næmingatalið niður í 22 næmingar í hvørjum flokki.
Tann broytingin kemur næsta skúlaár, skúlaárið 2025-2026.