- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eplafestivalurin verður aftur í ár á Sandi
Eplafestivalurin verður aftur í ár á Sandi
Eplafestivalurin hevur ikki verið hildin síðani í 2019, men hann verður á skránni aftur í ár, og tað verður 28. september
12.08.2024 - 10:32
Eplafestivalur verður aftur á Sandi 28. september.
Festivalurin hevur ikki verið seinastu árini. Seinast var í 2019, áðrenn koronafarsóttin fór at herja í 2020.
Men Eplafestivalurin verður altso aftur á skránni í ár.
Vanliga er ymiskt grønmeti og pop-up matstøðir á festivalinum, umframt ymiskt annað.
Eplafestivalurin á Sandi var fyrstu ferð í 2015.
Í 2017 var táverandi ungdómstoymið hjá Kringvarpi Føroya, Røddin, og vitjaði Eplafestivalin. Burturúr spurdist hetta videobrotið, ið liggur á Youtube-rásini hjá Røddini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV