- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viktor Axelsen vann Danmark fyrsta OL-gullið
Fríðrikur kongur fylgdi við, tá danska badminton heimstjørnan Viktor Axelsen sera sannførandi vann við teimum settum móti ongum á tailendska heimsmeistaranum Kunlavut Vitidsarn.
Viktor Axelsen lat ongan iva vera um, hvør var tann besti leikarin á vøllinum í dag. 21-11 og 21-11 endaðu settini.
Mynd: Ritzau / Scanpix
Danin spældi upp til sítt allarbesta, og sjálvur hevði Viktor Axelsen ilt við at skilja, at hann kundi spæla dugnaliga heimsmeistaran út av vøllinum, sum hann í roynd og veru gjørdi.
"Eg skilji tað ikki. Eg skilji tað ikki," segði Viktor Axelsen eftir OL-finaluna, meðan hann tók sær til høvdið.
Mynd: Ritzau / Scanpix
Fríðrikur kongur ásannaði, at tað var ein stórur lætti, at Danmark nú hevur vunnið sítt fyrsta OL-gull.
"Tað er eisini ein lætti fyri hini ítróttafólkini, tí tey eru øll saman um hetta," staðfestir kongurin.