
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skriva undir keypssáttmála um Kerit í apríl
Skriva undir keypssáttmála um Kerit í apríl
Kleystrið kostar 12 mió. krónur, og er í sera góðum standi

Kerit verður keypt til Heilbrigdi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
21.02.2025 - 18:00
Fyrst í apríl verður keypssáttmálin fyri fyrrverandi nunnukleystrið Kerit í Havn undirskrivaður, og so er klárt hjá Heilbrigdi at umbyggja bygningin.
Kleystrið kostar 12 mió. krónur, og er í sera góðum standi.
Landsstýrið bað í september í fjør um 17 mió. kr. í uppskotinum um eykajáttanarlóg. 12 mió. krónur at keypa kleystrið og fimm milliónir til umbyggging.
Bygningurin hjá Heilbrigdi á Velbastað verður seldur.
Kleystrið er bygt í 1980, og hevur 11 kømur.
Ein sjálvsognarstovnur eigur bygningin hjá Heilbrigdi á Velbastað, og landskassin fær tað, sum bygningurin verður seldur fyri.
Og hann verður seldur sum skjótast.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
21012025_Arni_um_Kerit
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV