- Tað, sum tú gert, skalt tú gera ordiligt

- Tað, sum tú gert, skalt tú gera ordiligt
Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, var vikugestur í Vikuni
Jón Sigurdsson framman fyri ein av mongum stórum verkætlanum hjá Articon
 
22.02.2025 - 13:20

- Vit hava altíð sagt, at tað, sum vit gera, skal gerast ordiligt. Og hvørki eg ella Niclas liva ævigt, og tað at lata nakað víðari í góðum standi í góðar hendur, hevur altíð ligið okkum nær.

Tað vakti ans, tá ið tíðindini bórust, at stóra føroyska byggifyritøkan Articon verður seld av landinum. Sambært Jón Sigurdsson, stjóra í Articon, er hetta lagaliga løtan.

Saman við svágrinum Niclas Joensen, sum eisini er uppvaksin á Sandi, hevur hann bygt upp Articon upp til tað, sum hon er í dag. Ein filosofi í allar tilgongdini øll árini hevur verið at seta tey røttu fólkini.

- Vit hava altíð roynt at seta fólk, sum eru betri enn vit.

Sjálvur heldur hann seg ikki vera úrmæling á nøkrum øki, men hann dugir eitt sindur av hvørjum, og tað hevur verið hansara styrki, heldur hann. 

Ein stór fyrimynd í lívinum hjá Jón Sigurdssyni er pápin, Sigurd.

- Hann lærdi meg nógv. Bæði um tað handverksliga, men eisini um at hava dirvi, at taka avgerðir, standa við tær og standa fast, eisini tá tað gongur ímóti. Hann lærdi meg, at tað tú gert, skalt tú gera ordiligt.

Hoyra alla samrøðuna við Jón Sigurdsson, sum lýsir søguna hjá Articon, teirra filosofi og virði, um hansara bakgrund og framtíðarætlanir. Og ikki minst um tað, at selja sítt lívsverk.

1727812

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990