- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vár og framskygni spírar hóast trýst og populismu

Í dag er fyrsti várdagur, og tað birtir framskygni og vón, hóast heimurin er undir trýsti, støðan er spent og populisman ger um seg í Evropa og USA.
Tað vísa vikukjakararnir Maria Ziskason, Malan á Dunga og Sámal Matras Kristiansen á, tá tey velja vikuorð hesa vikuna.
Vikukjakið snýr seg hesa ferð um dokumentarin "Hvíta gullið", sum DR stendur aftanfyri, og sum snýr seg um kryolitnámvirksemið hjá donsku fyritøkuni "Fabrikken Øresund" og danska statinum í Ivittuut í Grønlandi frá 1859 til 1990.
Sendingin hevur elvt til sera stórt kjak, og verið fyri atfinningum frá m.a. búskaparfrøðingum, sum halda, at sendingin hevur eina ov einfalda mynd av vinninginum í náminum.
Fleriri, serliga grønlendarar, hava annars heilsað sendingini vælkomnari, tí teir meta, at hon lýsir væl, hvussu stór virðir eru tikin úr Grønlandi til Danmarkar uttan um fólkið og myndugleikarnir í landinum. Tey finnast at, at danskir miðlar hava lagt ov lítlan dent á kolonialistisku spurningarnar í sendingini, og at Grønland ikki bert hevur verið ein útreiðsla fyri Danmark.
Hóast fleiri hava vart dokumentarin millum annað Mikala Krogh, stjóri fyri dokumentarøkið hjá DR, valdi tíðindaleiðari í DR, Sandy French, mikudagin at taka sendingina av heimasíðuni og koyra redaktørin á sendingini, Thomas Falbe. Grundgevingarnar vóru serliga, at samrøðurnar við Mute B. Egede og Lars-Emil Johansen eru gjørdar um ein graf, sum bleiv tikin úr dokumentarinum.
Kjakpanelið umrøður eisini valið í Týsklandi. Í morgin skulu um 60 milliónir týskarar velja nýtt parlament og nýggjan kanslara, og enn eru nógv í iva um, hvar tey skulu seta krossin.
Konservativi flokkurin CDU er størstur í veljarakanningunum við áleið 30 prosentum. Nummar tvey er AfD, Alternative fur Deutchland við 21 prosetnum. Ultrahøgravendi flokkurin hevur higartil verið hildin uttanfyri valdið. SPD, sosialdemokratiski flokkurin er á triðja plássi við 16 prosentum og Die Grune við 12 prosentum. Tætt er millum tríggjar smærri flokkar, sum stríðast fyri at sleppa inn. Linke, FDP og BSW. Nógv er uppá spæl bæði tí at týskur politikkur er broyttur, og eitt høgrarák ger um seg, men eisini tí at heimsstøðan er spent.
Og so hugleiða vit eisini um nýggju standmyndina, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt, uttan fyri nýggju, stásiligu stórhøllina Tjarnir.