Umstríddur DR-dokumentarfilmur verður vístur í Nuuk

Umstríddur DR-dokumentarfilmur verður vístur í Nuuk
Mentanarhúsið Katuaq í Nuuk fer týsdagin í komandi viku at vísa umstrídda heimildarfilmin "Orsugiak - Hvíta Gullið", sum DR hevur tikið av aftur
 
22.02.2025 - 09:43

Nógv kjak hevur staðist av DR-dokumentarfilminum "Orsugiak - Hvíta Gullið", men hóast DR hevur tikið dokumentarin av aftur, so verður filmurin nú vístur í Grønlandi.

Dokumentarfilmurin verður vístur við grønlendskum undirteksti.

Tað sigur stjórin í Katuaq, Ivaaq Kriegel, við grønlendska miðilin Sermitsiaq.

- Vit hava øll loyvi frá eigaranum at vísa heimildarfilmin. Vit vilja fáa grønlendsktmælta fólkið við og tryggja, at tey fáa møguleika at síggja og skilja filmin, sigur hann.

Tá heimildarfilmurin kom út, vóru grønlendsku undirtekstirnir ikki klárir, sigur Ivaaq Kriegel við Sermitsiaq. Tí bar ikki til hjá øllum grønlendingum at fylgja við í dokumentarfilminum.

Stjórin í Katuaq vónar, at sýningin fer at skapa eina breiðari fatan millum grønlendska fólkið, soleiðis at tey eisini kunnu luttaka í kjakinum um tað, sigur Ivaaq Kriegel.

Grønlandsdokumentarurin, sum kom út tann 9. februar, er síðan tikin av aftur av DR, og tað hendi mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017