
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tað verða nógvir fyrimunir fyri Føroyar, um samstarvið við Grønland verður styrkt, heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Hann mælir nú til, at føroysk sendistova verður sett á stovn í Grønlandi.
"Eg havi altíð hildið, at vit eiga at styrkja sambandið við Grønland, bæði tí vit søguliga altíð hava havt tætt samband við Grønland, men eisini tí vit hava nógv felags áhugamál," staðfestir Høgni Hoydal.
"Og so hendir nógv í Grønlandi í løtuni. Teir byggja flogvøllir, og vit síggja, at Íslandi hevur havt stórt gagn av at lata sendistovu upp í Grønlandi," leggur hann afturat.
Fyrsta stigið at styrkja sambandið við Grønland er longu tikið, tí sendifólk Føroya í Íslandi er eisini akkrediterað til Grønland, ið merkir, at tað eisini hevur Grønland sum sítt arbeiðsøki.
"Men eg haldi, at tað hevði verið uppaftur betri at havt eina sendistovu í Grønlandi," sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.