- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sverri Sandberg Nielsen: "Neyvan mót upp á eitt OL afturat"
"Málið var sjálvandi at koma í OL-finaluna," staðfestir Sverri Sandberg Nielsen.
"Men eg føldi, at eg mátti gera okkurt øðrvísi fyri at náa OL-finaluni, tá eg var endaður í einari so sterkari hálvfinalu."
Tillagingarnar, ið Sverri Sandberg Nielsen gjørdi, riggaðu væl teir fyrstu 1500 metrarnar.
"Málið var ikki at skula hava fyri neyðuni at spurta um eitt finalupláss móti hinum síðstu 200 metrarnar. Tíverri kiksaði tað, og so var orkan uppi síðstu 200 metrarnar, tá eg eisini misti tamarhaldið á árunum," útgreinar Sverri Sandberg Nielsen.
Føroyski eliturógvarin vil ikki endaliga siga, at hann nú gevst við rógving á hægsta støði.
"Eg skal í øllum førum burtur frá ítróttinum eina løtu, men eg ivist í, at eg havi mót upp á eitt OL afturat," ásannaði miðvingurin, ið er kendur sum føroyska watt-mostrið fyri sína styrki við einari ár í hond.