Vár og Mattias vunnu fyrstu FM-sprintirnar

Vár og Mattias vunnu fyrstu FM-sprintirnar
Vár Guriardóttir Hansen og Mattias Durhuus vunnu, tá kappast var um føroyameistaraheitini í 500 metra innirógving fyri fyrstu ferð
10.03.2025 - 15:51

Vár Guriardóttir Hansen og Mattias Durhuus fóru avstað við gullinum, tá kappast var um føroyameistaraheitini í sprint í inniróðri fyri fyrstu ferð.

Tað gekst illa í hond til HM fyri tveimum vikum síðan, og tí var Vár Guriardóttir Hansen serstakliga væl nøgd við at seta persónligt met hesa ferð.

 - Hetta var næstan fýra sekund skjótari. Eg legði ikki so nógv trýst á meg sjálva. Eg tók tað, sum tað kom, og so gekk tað væl, segði Vár Guriardóttir Hansen.

 - Tað gekk júst, sum tað skuldi, og uttan eg visti av, vóru brádliga 200 metrar eftir, og tá fekk eg so ræðuliga nógv yvirskot, so eg koyrdi bara avstað teir síðstu 200.

Mattias Durhuus lá ikki fremstur allan teinin, men ímóti endanum eydnaðist at yvirhála mótstøðumenninar og taka gullið. 

 - Eg bleiv eitt sindur nervøsur, tá 500 metrar vóru eftir. Hugsaði um, nær eg kláraði at fanga hann, men tað lukkaðist so at enda, segði Mattias Durhuus.

Báðir føroyameistararnir vóru glaðir fyri, at 500 metrar var við í FM-kappingini, tí tað samsvarar við altjóða kappingar sum NM, EM og HM.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792