Flóttafólkini nærkast hámarkinum

Flóttafólkini nærkast hámarkinum
Síðst í mai høvdu 193 fólk úr Ukraina fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum
Útlendingastovan hevur úr at gera við at herberga flóttafólkunum.
 
30.07.2024 - 06:10

Síðst í mai høvdu 193 fólk úr Ukraina fingið fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum.

Nógv tey flestu eru kvinnur, 110. Menninir eru 27 og børnini 56.

13 fingu noktandi svar um uppihaldsloyvi.

22. mai høvdu 230 fólk úr Ukraina søkt um fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum, stendur í skjølum, sum eru við í frágreiðingini, løgmaður gav løgtinginum í gjár. 
 
Løgtingið samtykti í vár at hækka kvotuna av fyribils uppihaldsloyvum til ukrainsk flóttafólk úr 200 loyvum upp í 250 loyvi.

Gongur sum heild væl

Sum heild hevur tað gingið væl at taka ímóti ukrainsku flóttafólkunum, sigur landsstýrið.

Men tað krevur nógv av almennum myndugleikum, kommunum og Reyða Krossi, sigur landsstýrið eisini. 

Útlendingastovan hevur lagt stóra arbeiðsorku í at finna bústaðir til flóttafólkini, tí tað er trupult. 

Móttøkuhúsini eru full, og flóttafólkini búgva longur í móttøkuhúsunum enn teir fimm dagarnar, sum málið annars er. 

Útlendingastovan hevur tí leigað ávegishús, har flóttafólk kunnu búgva eitt sindur longur, meðan leitað verður eftir varandi bústaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896