Vit mugu tryggja kvoturnar til skipini

Vit mugu tryggja kvoturnar til skipini
-Norðborg og Christian í Grótinum skulu rekast skynsamt, nógv ár fram í tíðina, og tí keypa vit kvotur, sigur Jan Petersen, stjóri í samtakinum
Jan Petersen, stjóri í Christian í Grótinum
 
27.07.2024 - 13:27

-Skulu vit varðveita grundarlagið undir skipunum, so er neyðugt at keypa kvotur, sigur sigur stjórin í Christian í Grótinum samtakinum, Jan Petersen.

Jan Petersen vísir á, at makrelsemjan millum Føroyar Norra og Bretland hevur við sær, at samlaða kvotan til Føroyar minkar munandi. Og sama er væntandi, um semja fæst um at býta kvoturnar av norðhavssild.

Sambært stjóranum er tað beinleiðis orsøk til, at stóra reiðaríið við heimstaði í Klaksvík keypti uppsjóvarkvoturnar frá sp/f Sjógæti. 

Les eisini: Sjógæti selt menningarkvotur

Ein makrelsemja var væntandi, og tí keypti Christian í Grótinum samtakið kvoturnar, sum felagið Sjógæti í 2018 fekk tillutað sum menningarkvotur. Talan var tá um 900 tons av makrelkvotu og 450 tons av sildakvotu. Menningarkvoturnar blivu tó seinni broyttar til varandi eginkvotur - og tær kunnu seljast.

Jan Petersen vil ikki upplýsa, hvat Christian í Grótinum samtakið hevur goldið fyri kvoturnar, ið sp/f Sjógæti fekk útlutað sum menningarkvotur í 2018. Sjógæti hevði 27,8 milliónir krónur í yvirskoti í roknskapinum fyri 2023, sum var árið, tá menningarkvoturnar vórðu seldar.

Hoyr samrøðu við Jan Petersen her:

Jan_Petersen_270724


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155