- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løn undir útbúgving: Hetta bjargar mær
Løn undir útbúgving: Hetta bjargar mær
Møguleikin at fáa løn undir útbúgving er avgerandi fyri meg, sigur Arnleyg Tungá, sum fer undir heilsuhjálparaútbúgving.

Arnleyg Tungá hevur arbeitt á eldraøkinum í 11 ár. Í løtuni er hon hjálparfólk í Heilsuhúsinum í Havn, men nú ætlar hon at fara undir heilsuhjálparaútbúgving.
22.04.2025 - 18:08
Tey sum fara undir heilsuhjálpara-, heilsurøktara- og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving skulu fáa løn, meðan tey útbúgva seg.
Tað var Løgtingið á einum máli um, tá uppskot um løn undir útbúgving var til aðru viðgerð í dag.
- Tað bjargar mær, um eg kann fáa løn undir útbúgving, sigur Arnleyg Tungá, sum í næstum fer undir heilsuhjálparaútbúgving.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:
1739378
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV