Víðopið valstríð

Víðopið valstríð
Avgerðin hjá Joe Biden at taka seg úr valstríðnum letur allar hurðar upp í Demokratiska flokkinum, har kappingin um at gerast forsetavalevni nú av álvara fer í gongd
Joe Biden hevur víst á Kamalu Harris sum forsetavalevni, men tað er ikki vist, at demokratiska flokstingið fer at stilla hana upp
 
21.07.2024 - 20:25

Summi væntaðu tað - onnur roknaðu ikki við, at tað fór at henda.

Men í kvøld okkara tíð boðaði sitandi amerikanski forsetin Joe Biden frá, at hann tekur seg aftur sum valevni til forsetavalið í heyst.

Ágangurin móti sitandi forsetanum Joe Biden hevur verið harður í seinastuni, ikki minst orsakað av hansara laka avriki í beinleiðis sjónvarpskjaki við Donald Trump, har 81 ára gamli Biden var trilvandi, mismæltur og stundum leitaði eftir orðunum.

Síðan tá eru fleiri og fleiri, eisini úr hansara egna flokki, sum alment hava heitt á Joe Biden um at taka seg aftur sum forsetavalevni. Sjálvur hevur Biden staðið við sítt og fleiri ferðir gjørt greitt, at hann ætlaði sær at halda fram, og at hann ætlaði sær at vinna forsetavalið 5. november.

Fyri nøkrum døgum síðan fekk Joe Biden so staðfest koronu, men talsfólk hjá honum søgdu framvegis, at hann ætlaði sær at koma sterkt aftur, tá krúnukrímið var avhæsað, og at hann ætlaði sær at vinna á Trump.

Men í kvøld kunngjørdi hann so, at tað fer hann kortini ikki. Hann verður sitandi sum forseti, tað sum eftir er av valskeiðnum, men hann stillar ikki upp til eitt valskeið afturat.

 

Fleiri møguleikar

Spurningurin nú er so, hvør so verður forsetavalevni hjá Demokratunum. Sjálvur gevur Joe Biden varaforsetanum Kamalu Harris sín fulla stuðul at bjóða Trump af, men tað verður Demokratiski flokkurin, sum á flokstinginum, ið byrjar 19. august, skal avgera tað. Ein fyrimunur hjá Kamalu Harris er, at hon sum verandi varaforseti stillar upp saman við Joe Biden og tí eisini hevur rætt til teir pengarnar, sum valkampanjan hjá Biden og henni hava fingið.

Ein annar møguleiki er Gretchen Whitmer, sum er guvernørur í Michigan, og sum er blivin alsamt betur umtókt millum fólk - so vælumtókt, at eygleiðarar hava nevnt hana sum eitt møguligt forsetavalevni í 2028. Men hon hevur longu sagt alment, at hon stillar ikki upp.

Eisini verður Gavin Newsom, guvernørur í Kalifornia, nevndur. Hann hevur verið mælskur í sínum stuðli til Biden í miðlunum og hevur eins og Whitmer verið nevndur sum eitt møguligt valevni í 2028. Og so er tað núverandi flutningsmálaráðharrin Pete Buttigieg, sum fyrr hevur bjóðað seg fram sum valevni hjá Demokratunum.

Støðan, sum nú hevur tikið seg upp, er spildurnýggj. Síðani 1970'ini, tá mannagongdin fyri tilnevning til forsetavalevni bleiv broytt til tað, sum hon er í dag, er tað ongantíð hent, at ein vinnari av undanvalinum hjá einum flokki hevur tikið seg aftur áðrenn sjálvt flokstingið, sum skal endaliga avgera forsetavalevnið.

Eygleiðarar halda, at tað tænir Demokratiska flokkinum best, at hann semist um Kamalu Harris áðrenn flokstingið byrjar 19. august, men hinvegin hevur avgerðin hjá Biden nú latið allar hurðar upp, og tað er ikki óhugsandi, at ein ella fleiri av omanfyrinevndu politikarum fara at halda seg framat, nú møguleikin býðst.

 

Trump: Hann fór ikki úr kjallaranum

Donald Trump skrivar á sínum sosiala miðli Truth Social, at Joe Biden ikki var egnaður til at stilla upp til forsetavalið og als ikki egnaður til at sita í embætinum yvirhøvur.

"Hann bleiv einans forseti orsakað av lygnum, falstíðindum og tí hann ikki fór úr sínum kjallara. Øll rundan um hann, eisini læknin hjá honum og fjølmiðlarnir, vistu, at hann var ikki førur fyri at vera forseti," skrivar Donald Trump.

Og republikanarin Mike Johnson, sum er Speaker of the House - tað sum kann samanberast við tingformann - í Washington D.C., skrivar á X, at Joe Biden eigur at leggja frá sær alt fyri eitt. "Um Joe Biden ikki er førur fyri at stilla upp til forsetavalið, er hann heldur ikki førur fyri at vera forseti. Hann má leggja frá sær í stundini", skrivar Mike Johnson á X.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095