Vitni: Vit varskógvaðu løgregluna um byrsumannin

Vitni: Vit varskógvaðu løgregluna um byrsumannin
Ein maður við byrsu var sæddur á einari tekju, stutt áðrenn Donald Trump var raktur av skotum, meðan hann helt røðu til ein republikanskan valfund leygardagin
Mynd: AP  
 
15.07.2024 - 09:55

Tað var leygardagin, at forsetavalevni, Donald Trump, var raktur av skotum í oyrað, tá ið ein maður skeyt eftir honum á einum valfundi í Milwaukee leygardagin. 

Vitni greiða nú frá, at tey stutt áðrenn skottilburðin sóu ein mann við byrsu grulva á einari tekju. Greg Smith var ein teirra, sum sá byrsumannin á tekjuni. 

 - Hann hevði eina byrsu, og vit peikaðu eftir honum. Vit varskógvaðu løgregluna um tað, men tað tóktist sum, at løgreglan einki skilti, segði Greg Smith, vitni, millum annað við BBC: 

 
trump_vitni
Kelda: AP // BBC

 

20 ára gamal byrsumaður

Eitt fólk á veljarafundinum lat lív, og tvey vóru flutt á sjúkrahús við álvarsligum skaða. 

Løgreglan skeyt og drap gerningsmannin, sum síðani er eyðmerktur at vera 20 ára gamli Thomas Matthew Crooks úr Pennsylvania. 

Skotvápnið, sum hann brúkti, var keypt á lógligan hátt í USA.

Mynd: Aaron Josefczyk/Reuters/Ritzau Scanpix

 

Broyta ikki mannagongdirnar

Lívverjutænastan Secret Service, sum tekur sær av trygdini hjá bæði sitandi og fyrrverandi forsetum, sigur, at tey broyta ikki mannagongdir fyri landsfundir.

- Vit eru trygg við mannagongdirnar fyri slík tiltøk, og vit eru til reiðar. Vit halda ikki, at neyðugt er við broytingum í trygdini, segði samskiparin hjá Secret Service, Audrey Gibson, á tíðindafundi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. mars
Bolero - Alexander Borodin
190013
Sunnudag 30. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
190012
Leygardag 29. mars
TEMAPLÁTAN: 'Back in Black', AC/DC, 1980
189914
Leygardag 29. mars
Jambalaja - 290325
189999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948