Fiskamarknaðurin: Fýra frystilínuskip undir Føroyum

Fiskamarknaðurin: Fýra frystilínuskip undir Føroyum
Nógvir útróðrarbátar eru á Føroya banka, nakrir royna við snellu og aðrir við línu
 
15.07.2024 - 08:33

Fýra frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Grønland, eitt er á Flemish Kap og eitt siglir heim av Flemish Kap. 

Trý liggja við bryggju, og tað gera bæði ísfiskalínuskipini eisini, sigur Fiskamarknaðurin.

Um útróður nú í vikuni sigur Fiskamarknaðurin, at streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður gott.

Nógvir útróðrarbátar eru á Føroya banka, nakrir royna við snellu og aðrir við línu.

Ein djúpvatnstrolari fiskar tosk á Íslandsrygginum.

 

Í bretskum sjógvi

Tveir ísfiskatrolarar og ein frystitrolari eru í bretskum sjógvi. Teir fiska svartkalva, men hava smáligt fiskarí.

Um partrolarar sigur Fiskamarknaðurin, at fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og eitt par fiskar tosk á Íslandsrygginum. 

Tvey pør fiska gulllaks. Upsafiskaríið er nú brúkiligt. 

Tríggir trolbátar eru norðanfyri og fiska mest tosk og so nakað av hýsu og flatfiski. 

Ein er á landleiðini. Hann fiskar mest flatfisk og tosk. Fiskaríið hjá trolbátunum er brúkiligt. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku. Tey hava smáligt fiskarí, sigur Fiskamarknaðurin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878