Finnur Fríði um at vera liðugur

Finnur Fríði um at vera liðugur
Nýggi Finnur Fríði hjá Varðanum kemur væntandi til landið í august
Tann nýggi Finnur Fríði kemur væntandi til landið í næsta mánaði
 
06.07.2024 - 12:36

Nú nærkast til nýggi Finnur Fríði hjá Varðanum í Gøtu verður liðugur.

Hardi Hansen, verkætlanarleiðari hjá Varðanum og maskinstjóri á Finni Fríða, væntar, at nýggi trolarin, sum er bygdur á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, kemur til landið í august.

Ætlanin var at selja gamla Finn Fríða, men tá Varðin fekk eitt gott tilboð uppá Trónd í Gøtu úr Noregi, bleiv Tróndur seldur í staðin, og gamli Finnur Fríði broytti tá navn til Tróndur í Gøtu.

 

Hoyrið samrøðu við Hardi Hansen her:

Hardi_Hansen_FF

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117