Hava fingið av felagskvotuni

Hava fingið av felagskvotuni
Nøkur uppsjóvarskip hava fingið burtur av felagskvotuni av svartkjafti við hámarki
Nøkur skip hava fingið burtur av felagskvotuni av svartkjafti við hámarki. Skipini fáa 2.500 tons í part.
 
05.07.2024 - 06:15

Nøkur uppsjóvarskip hava fingið burtur av felagskvotuni av svartkjafti við hámarki.

Skipini fáa 2.500 tons hvørt.

35.000 tons eru latin sum felagskvota við hámarki.

Ein kæra um júst hetta svartkjaftabýtið hjá Dennisi Holm, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, er farin til landsstýrismálanevndina hjá løgtinginum.

Árni Skaale, tingmaður hjá Fólkaflokkinum og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kærdi.

Missa svartkjaft

Landsstýrismálanevndin hevur ikki gjørt nakra niðurstøðu enn.

Tað verður í fyrsta lagi í august.

Felagið Nótaskip heldur ikki, at landsstýrismaðurin uttan nakað kann taka søgulig rættindi frá skipunum.

Nótaskipini missa 3.512 tons av svartkjafti hvørt, og tey fýra íðnaðarskipini missa ávikavist 3.749, 424 og 33 tons hvørt., sigur felagið.

Felagið umhugsar møguleikan at stevna Fiskimálaráðnum, men bíðar fyribils eftir niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878