Ikki ráð at gera súkklukontaktir við bergholini

Ikki ráð at gera súkklukontaktir við bergholini
Rakstrarjáttanin eigur at hækka, um slíkar tekniskar útbyggingar skulu gerast, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður
Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, hevur spurt um súkklukontaktir við tunlarnar norður um Fjall. (Savnsmynd)
 
03.07.2024 - 16:22

Í verandi játtan til rakstur er ikki ráð til at gera súkklukontaktir við bergholini.

Tær kosta 150.000 til 200.000 kr. fyri hvørt berghol umframt rakstur og viðlíkahald.

Rakstrarjáttanin eigur tí at hækka, um slíkar tekniskar útbyggingar skulu gerast.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann.

Hann spurdi um súkklukontaktir við bergholini norður um Fjall.

Tey, sum eru á súkklu, trýsta á ein knøtt, eina kontakt, við bergholsmunnan.

Ein ávaringarlampa verður tá tendrað við bergholsmunnarnar, so bilførarar vita, at súkkla er í bergholinum. 

Í temablaðnum “Ábær ferðsla” hjá Landsverki verður mælt til at gera eina royndarverkætlan við súkklukontaktum í onkrum bergholi. 

Tílík royndarverkætlan kundi verið gjørd fyri bergholini norður um Fjall, tí tey eru stutt og í teimum er lítil ferðsla, sigur Dennis Holm. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109