Mæla til at skerja toskakvotuna í Barentshavinum niður í 312.000 tons

Mæla til at skerja toskakvotuna í Barentshavinum niður í 312.000 tons
Hetta er minsta kvota síðani 2003
Enniberg er eitt av skipunum, sum fiskar tosk í Barentshavinum. (Savnsmynd)
 
26.06.2024 - 08:24

Vísindafólk mæla til at skerja toskafiskiskapin í Barentshavinum aftur næsta ár, fjórða árið á rað.

Í ár samdust Russland og Noreg um at skerja fiskiskapin 20 prosent, niður í 454.000 tons.

Nú mæla fiskifrøðingar til at taka 31 prosent av kvotuni næsta ár, so hon fer niður í 312.000 tons, sum er minsta kvota síðani 2003. 

Kvotan er minkað nógv seinastu árini.

Hon var 886.000 tons í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878