Misskiljing at Enniberg var afturhildin

Misskiljing at Enniberg var afturhildin
Trolarin var afturhildin í fýra dagar, og tað kom illa við, tí rokfiskiskapur var, sigur reiðarin
Enniberg var afturhildin í russiskum sjógvi í fýra dagar. (Savnsmynd)
 
21.06.2024 - 18:00

-Talan var um eina misskiljing, tá ið Enniberg fyrr í vikuni var afturhildin av russiskum myndugleikum. 

Tað sigur Mortan Johannesen, reiðari. 

- Tvær rapportir vóru taldar dupult. Vit hava síðani funnið feilin, og hann er rættaður. Tað var ikki, tí Enniberg hevði fiskað ov nógv, sigur Mortan Johannesen. 

 

Bíðaðu til feilurin var funnin 

- Vit góvust við fiskiskapinum og bíðaðu, til feilurin var funnin. Síðani var hildið fram við fiskiskapinum, sigur hann. 

Spurdur, hvussu hetta ávirkaði fiskiskapin hjá Ennibergi, svarar Mortan Johannesen, at tað kom illa við, tí tað var rokfiskiskapur, og teir vóru afturhildnir í fýra dagar. 

- Men, tað gerst ikki við, leggur hann aftrat. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946