Steypavinnarin fekk HB í hálvfinalunum

Steypavinnarin fekk HB í hálvfinalunum
Steypavinnarin í fjør, NSÍ, skal spæla ímóti HB í hálvfinalunum í steypakappingini við kvinnum. Í hinari hálvfinaluni bresta Víkingur og B36 saman
Nærdystur: NSÍ og HB bresta saman í hálvfinalunum í steypakappingini
Mynd: FSF  
 
20.06.2024 - 09:11

NSÍ, sum vann steypakappingina við kvinnum í fjør, skal spæla ímóti HB í hálvfinalunum. Í hinum hálvfinalunum bresta Víkingur og B36 saman.

Lutakast var í Televarpinum í gjár.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar týsdagin 27. august. Tá hava B36 og HB heimavøll, meðan Víkingur og NSÍ hava heimavøll til seinnu hálvfinalurnar 25. september.

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114