Havstovan fegnast um makrelsemjuna

Havstovan fegnast um makrelsemjuna
Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, leggur dent á týdningin, at føroysk skip sleppa í bretskan sjógv at fiska makrel, tá hann er bestur
Havstovan.
 
19.06.2024 - 09:31

Havstovan fegnast um semjuna við strandarlondini Bretland og Noreg um makrelin. 

Jan Arge Jacobsen er fiskifrøðingur og arbeiðir við metingum av uppsjóvarfiski.

Hann leggur dent á týdningin, at føroysk skip sleppa í bretskan sjógv at fiska makrel, tá hann er bestur.

 

Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur. 

 

Øll strandalondini eru ikki við í semjuni, men Jan Arge Jacobsen vísir á, at Ísland og Grønland hava mestsum ongan makrel, og tað verður eingin góð støða at standa uttanfyri, og bara kunna fiska í altjóða sjógvi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19062024_Jan_Arge_1

 

 

Makrelstovnurin minkar, og hann fer eystureftir og norðureftir.

Hann er at kalla horvin í íslendskum og grønlendskum sjógvi, og makrelurin er eisini minkaður í føroyskum sjógvi seinastu trý árini.

- Tað kann ávirka okkara samráðingarstøðu í framtíðini, sigur Jan Arge Jacobsen:

 

19062024_Jan_Arge_2

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878