- Tíðindi, mentan og ítróttur
DTU: Eitt mistak at krevja 55 metrar
Sambært stjóranum í Danmarks Tekniske Universitet var tað eitt mistak at áseta í útbjóðartilfarið til nýggja havrannsóknarskipið "Dana V", at skipasmiðjur skulu hava royndir við at byggja skip við ávísum kompleksiteti, ið eru 55 metrar long.
- Eg eri nú greiður yvir, at júst kravið um teir 55 metrarnar avmarkar kappingina millum skipasmiðjurnar, og tað er óheppið. Tí hava vit nú broytt longdarkravið til 50 metrar, sigur Fritz Köster.
Støðan hjá Mest ávirkaði
Stjóri í DTU váttar, at støðan hjá Mest er beinleiðis orsøk til, at DTU nú broytir útbjóðingartilfarið.
Les eisini: Nú er kravið 50 metrar
Mest bygdi havrannsóknarskipið Jákup Sverra, sum er 54 metrar langt.
- Eg havi sæð aðrastaðni, at skipið er skrásett at vera 55 metrar. Men nú havi eg fingið upplýst, at Jákup Sverri í veruleikanum er 54,1 metrar langur. Tað skal ikki vera ein forðing fyri, at Mest skal kunna bjóða seg fram, sigur Fritz Köster.
Mest smíðaði havrannsóknarskipið Jákup Sverra.
Skulu hava royndir
Hann vísir samstundis á, at skipasmiðjur skulu framvegis hava royndir við at byggja skip við ávísum kompleksiteti og við eini ávísari longd. Nýggja "Dana V" verður útvið 70 metrar langt og skal byggjast til rannsóknarferðir í Norðurhøvum.
Talan er um eina undangóðkenning, har skipasmiðjur kunnu bjóða seg fram til arbeiðið at byggja havrannsóknarskipið. Síðani velur DTU fýra skipasmiðjur burturúr, sum lúka eina røð av krøvum.
Skipasmiðjurnar fáa síðani møguleika at geva endaligt tilboð.
Avgerðin, hvør fær ordran, verður tikin móti ársenda, sigur Fritz Köster, sum ikki vil seta prís á skipið, áðrenn tilboðini eru latin upp. Men talan er um ein stóran ordra, sigur hann.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: