Føroysk skip hava landað 152.000 tons av svartkjafti uttanlands

Føroysk skip hava landað 152.000 tons av svartkjafti uttanlands
Mest er landað í Noregi, 50.000 tons
Christian í Grótinum er skipið, sum hevur landað mest uttanlands, góð 27.000 tons av svartkjafti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.06.2024 - 18:00

Føroysk skip hava landað 152.000 tons av svartkjafti uttanlands í ár. 

Tað vísir ein uppgerð hjá Vørn, nú undantaksloyvi at landa svartkjaft uttanlands er farið úr gildi.

Føroysk skip hava fiskað tilsamans 365.000 tons av svartkjafti higartil í ár.

 

42 prosent

Harvið eru útvið 42 prosent av svartkjaftinum landað uttanlands.

Føroysk skip hava landað 50.000 tons av svartkjafti í Noregi, góð 47.000 tons í Íslandi, 46.000 tons í Danmark og góð 6.000 tons í Írlandi.

Av føroysku uppsjóvarskipinum hevur Christian í Grótinum landað mest uttanlands, hann hevur landað góð 27.000  tons av svartkjafti uttanlands í ár.

Fagraberg hevur landað góð 16.000 tons, Norðingur 13.000 tons og Finnur Fríði 12.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946