Finaluliðini skulu finnast

Finaluliðini skulu finnast
Stórur spenningur er undan seinni hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið mikudagin. HB og TB hava lítlan fyrimun ímóti ávikavist Víkingi og B36
HB vann steypakappingina í fjør eftir brotssparkskapping ímóti B68
Mynd: Bjarni Enghamar / FSF  
 
18.06.2024 - 21:00

HB og TB hava lítlan fyrimun undan seinnu hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, sum verða spældar í morgin.

HB vann 1-0 á heimavølli á Víkingi í fyrru hálvfinaluni 29. mai, og stóri spurningurin er, um tað verður nóg mikið ímóti Víkingi, sum saman við HB hevur verið sterkasta steypaliðið í Føroyum síðstu 15 árini.

Víkingur hevur vunnið steypakappingina seks ferðir, síðan felagið var stovnað í 2008, meðan HB hevur lyft steypið 29 ferðir samanlagt. Seinast í fjør ímóti B68.

 


Géza Dávid Turi og Víkingur taka ímóti HB í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. HB vann fyrra dystin 1-0. MYND: Leit

 

Ársins dystur hjá TB

Í TB gera tey klárt til ársins dyst. Tvøramenn, sum í ár spæla í 1. deild, vunnu óvæntað 1-0 á B36 við Stórá í Trongisvági í fyrru hálvfinaluni, men eingin ivi er um, at uppgávan í Gundadali í morgin verður stór.

Tað hevur gingið illa hjá B36 í ár, og venjarin, Dan Brimsvík, tók eisini avleiðingarnar av keðiligu gongdini, tá hann takkaði fyri seg fyri kortum. Fyrrverandi KÍ-venjarin Magne Hoseth stendur nú á odda fyri B36, men norðmaðurin fekk onga dreymabyrjan, tá havnarliðið bert fekk eitt stig ímóti B68 í Betrideildini um vikuskiftið.

TB hevur vunnið Løgmanssteypið fimm ferðir, men tað eru næstan 50 ár síðan seinast. B36 vann sítt seinasta Løgmanssteyp av sjey í 2021. 

Kringvarpið sigur frá báðum hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið beinleiðis í útvarpinum. 

 

Mikudagin 19. juni (seinnu hálvfinalurnar)
Kl. 17:30 B36 – TB
Kl. 18:30 Víkingur – HB

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221