MEST er ein metur ov stutt

MEST er ein metur ov stutt
Danmarks Tekniske Universitet skal hava nýtt havrannsóknarskip, men MEST lýkur ikki treytirnar fyri at bjóða upp á arbeiðið
Skipasmiðjan MEST lýkur ikki krøvini at bjóða upp á arbeiðið at smíða havrannsóknarskip til DTU. (Savnsmynd)
 
12.06.2024 - 13:13

Skipasmiðjan MEST er bókstaviliga ein metur ov stutt til at kunna bjóða seg fram at byggja nýtt havrannsóknarskip til Danmarks Tekniske Universitet.

 

Soleiðis fer nýggja, danska havrannsóknarksipið at síggja út. (Mynd: Knud E. Hansen)

 

- Vit hava allar royndirnar og meta okkum vera kappingarfør. Men vit lúka ikki eina, púra óviðkomandi áseting, í útbjóðingartilfarinum, sigur Mouritz Mohr, stjóri í Mest.

 

Mouritz Mohr, stjóri á MEST. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Skipasmiðjan MEST bygdi Jákup Sverra, sum varð liðugur í 2020, og við hesi royndini í skjáttuni ætlaði MEST at bjóða upp á danska havrannsóknarskipið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

12062024_Havrannsoknarskip

 

Havrannsóknarskipið Jákup Sverri. 

 

Kringvarpið hevur fyrrapartin spurt Danmarks Tekniske Universitet, hví kravið um at byggja júst 55 metrar langt skip stendur í útbjóðingartilfarinum. 

Í einum fyrsta, skrivliga svari sigur Fritz Køster, stjóri fyri DTU Aqua, ið stendur fyri útbjóðingini, at tey júst nú umhugsa at endurskoða krøvini í útbjóðingartilfarinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878