Arbeiðsgevararnir siga nei til 37 tíma arbeiðsviku

Arbeiðsgevararnir siga nei til 37 tíma arbeiðsviku
Arbeiðsgervararnir vera ikki við at gera nakra avtalu um 37 tíma arbeiðsviku. Tað sigur Niels Winther, eftir at teir hava gjørt lønarsemju
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at arbeiðsgevararnir nú ikki vilja vera við í trípartasamráðingum um 37 tíma arbeiðsviku.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.06.2024 - 19:37

Arbeisgevararnir tóku málið um 37 tíma arbeiðsviku upp í samráðingunum, sum júst hava verið, men eingin áhugi var frá mótpartinum.

- Tey vildu ikki blanda tað upp í lønarsamráðingarnar, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.

 

Í samgonguskjalinum

37 tíma arbeiðsvikan fylti rættiliga nógv í valstríðnum seinast, serliga hjá Javnaðarflokkinum. 

Í samgonguskjalið hjá samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn stendur eisini, at arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar.

Víðari stendur, at trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg, stendur altso í samgonguskjalinum. 

Nakrar trípartasamráðingar hava verið, har arbeiðsgevararnir eisini hava verið við. Men nú vilja teir ikki vera við meira.

 

Niels_W_kl_18

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949