- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verkfallið ávirkaði ikki ferðafólkatalið
Verkfallið ávirkaði ikki ferðafólkatalið
Í mai komu og fóru 46.150 fólk um flogvøllin, umleið tvey prosent fleiri enn somu tíð í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
11.06.2024 - 08:35
Hóast verkfallið fekk nógv fólk at setast aftur, vóru fleri ferðafólk á flogvøllinum í mai í ár enn í mai í fjør.
Tey vóru 46.150 í mai í ár, 1,9 prosent fleiri enn í mai í fjør.
- Tað var hóast alt sera jaligt, tí vit vita, at nógv ferðandi eru setst aftur orsakað av verkfallinum, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri á flogvøllinum.
Til 1. juni eru ferðafólkini 2,7 prosent fleiri enn til 1. juni í fjør.
Hóast verkfallið flugu øll fýra flogfeløgini, sum flyta ferðafólk úr Føroyum og til Føroya, sum vant.
Atlantic Airways avlýsti tó onkra ferð.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV