Hava landað Pison - fiskurin er nú á frystigoymslu

Hava landað Pison - fiskurin er nú á frystigoymslu
- Vit fingu bjargað øllum fiskinum, áðrenn hann fór fyri skeytið, sigur Eyðstein Sørensen, skipari
Liðugt var at landa Pison tíðliga í morgun.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
07.06.2024 - 11:46

Lastin á frystilínuskipinum Pison er nú landað, og fiskurin komin inn á frystigoymslu í Klaksvík.

Eftir at hava verið til fiskiskap á Flemish Cap hevur Pison ligið á Klaksvík. Verkfallið hevur forðað fyri, at skipið kundi landast. Men klokkan sjey í morgun var liðugt at landa.

 

Eyðstein Sørensen, skipari.

 

- Vit fingu bjargað øllum fiskinum, áðrenn hann fór fyri skeytið, sigur Eyðstein Sørensen, skipari:

 

07062024_Eydstein_um_landing

 

Vit hava fyrrapartin roynt at fáa fatur á Absaloni Hansen, formanni í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, men tað eydnaðist ikki. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155