Íslendska makrelkvotan umleið 120.000 tons í ár

Íslendska makrelkvotan umleið 120.000 tons í ár
Semja er framvegis ikki millum strandarlondini um, hvussu tilmælta heildarkvotan skal býtast, og tí áseta londini sínar egnu kvotur
Í 2023 vóru fiskað stív 1,1 millión tons av makreli, 47 prosent meira enn ICES mælti til. (Savnsmynd)
 
06.06.2024 - 08:52

Íslendska makrelkvotan í ár er sløk 120.000 tons.

Tá eru sløk 9.000 tons, sum ikki vóru fiskað í fjør, tald við.

Makrelurin er illa fyri.

Í september í fjør mælti ICES til, at tað ikki verða fiskað meira enn 740.000 tons í ár. Tað eru fimm prosent minni enn í 2023.

Í 2023 vóru tó fiskað stív 1,1 millión tons, 47 prosent meira enn ICES mælti til.  

 

Framvegis ósemja

Semja er framvegis ikki millum strandarlondini um, hvussu tilmælta heildarkvotan skal býtast.

Tí áseta londini sínar egnu kvotur.

Í miðal eru fiskað 40 prosent meira, enn ICES mælir til um árið síðani 2010.

Føroyska makrelkvotan í ár er 65.000 tons.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878