Verða liðug at taka laksin í hesi vikuni

Verða liðug at taka laksin í hesi vikuni
Í mesta lagi 10 fiskar í aliringum á Vágsfirði, ið hava ILA-sjúkueyðkenni, eru funnir um dagin
Laksurin verður kruvdur á virkinum í Vági, og haðani fer hann til Glyvrar at verða skorin og frystur.
 
03.06.2024 - 12:43

Hósdagin verður væntandi liðugt at taka laksin í teimum báðum aliringunum hjá Bakkafrosti á Vágsfirði, har ILA-sjúka er staðfest.

Í mesta lagi 10 fiskar eru funnir um dagin, ið hava sjúkueyðkenni.

Laksurin er kruvdur á kryvjivirkinum í Vági. Haðani er hann farin víðari norður til Glyvrar at verða skorin og frystur.

Enn er ógreitt, hvussu verður  við laksinum í hinum ringunum á Vágsfirði.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

03062024_ILA_i_Vagi

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878