- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seta fleiri ruskbingjur upp við dagstovnar og skúlar
Seta fleiri ruskbingjur upp við dagstovnar og skúlar
Borgarstjórin í Sunda kommunu vísir aftur, at hetta er verkfalsbrot

Jógvan Kruse er borgarstjóri í Sunda kommunu.
03.06.2024 - 13:08
Tað er ikki verkfalsbrot, tá ið Sunda kommuna setur eyka ruskbingjur upp uttan fyri dagstovnar og skúlar á Oyrabakka, í Hvalvík og við Streymin.
Tað sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu.
Hann vísir á, at verkfallið rakar ymiskt í kommununi.
Har vaskingin er rakt av verkfalli, er stongt, men á stovnum, har fólk er til arbeiðis, er virksemið umskipað soleiðis, at skúlagongd og ansing heldur fram.
Hoyr samrøðu við Jógvan Kruse í útvarpstíðindunum:
03062024_Jogvan_Kruse
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV