Kanadiskt íløgufelag stórur partaeigari í Bakkafrosti

Kanadiskt íløgufelag stórur partaeigari í Bakkafrosti
Hetta er fyrstu ferð, at Sprucegrove Investment Management keypir partabrøv í føroysku alifyritøkuni
ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, tá hon var á vitjan fyrr í ár. Nú hevur eitt kanadiskt íløgufelag keypt seg inn í alifyritøkuna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2024 - 09:08

Íløgufelagið Sprucegrove Investment Management í Kanada er nú millum stóru partaeigararnar í Bakkafrosti.

Hósdagin keypti felagið tvær milliónir og 977.169 partabrøv, sum gera, at felagið nú eigur 5,02 prosent av Bakkafrosti. 

Hetta er fyrstu ferð, at Sprucegrove Investment Management keypir partabrøv í Bakkafrosti.

Sprucegrove Investment Management keypir partabrøvini fyri síni viðskiftafólk.

Bara fýra aðrir partaeigarar eiga meira enn fimm prosent í Bakkafrosti.

Størsti eigarin er Folketrygdfondet í Noregi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878