Spyr, um Føroyar skulu viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki

Spyr, um Føroyar skulu viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, vil hava at vita frá løgmanni, um úttalilsi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum eru fráboðan um almenna politikk Føroya
Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, spyr løgmann um Palestina.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.05.2024 - 08:44

Spurningurin um at viðurkenna Palestina er komin í politisku skipanina.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hevur spurt Aksel V. Johannesen, løgmann, um landsstýrið hevur viðgjørt spurningin, um Føroyar skulu viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt ríki, sum stat.

Hann spyr eisini, hví løgmaður á tingfundi 15. mai, tá hann svaraði munnligum fyrispurningi, segði, at Danmark í vikuni frammanundan viðurkendi Palestina sum ríki.

Tingmaðurin vísir til tað, sum Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, segði við DR.

Hann segði, at Danmark er ikki til reiðar at viðurkenna Palestina sum ríki.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður..

 

Almenni politikkurin

Helgi Abrahamsen spyr eisini, um øll almenn úttalilsi hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum eru at rokna sum ein fráboðan um almenna politikk Føroya.

Løgmaður segði í tinginum 15. mai, at 18. desember í fjør segði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, at fortreytin fyri friði í Miðeystri er ein loysn við tveimum ríkjum.

Svarið kundi illa skiljast øðrvísi enn, at orðini hjá landsstýrismanninum vóru bæði støðutakanin og almenna fráboðanin vegna Føroyar, sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður. 

Løgmaður skal svara í seinasta lagi 8. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949